Taka fegin ímóti hjálp úr Íslandi

– Hóast landsstýrið sum stjórn í Føroyum ikki kann taka ímóti privatari hjálp úr Íslandi, so vilja vit fegin formidla hjálpina úr Íslandi til rætta móttakararn í Føroyum.

 

Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, tá vit spyrja hann, um hjálpin úr Íslandi verður avvíst.

 

– Tey sum skipa fyri innsavningini í Íslandi hava spurt okkum, um vit vilja hjálpa teimum at finna onkran, sum kann taka ímóti hjálpini í Føroyum, og tað vilja vit sjálvandi fegin, sigur Poul Michelsen.

 

Hann sigur, at tað kundi eitt nú verið ein hjálp til bjargingarfeløg ella líknandi.

 

– Skaðarnir verða endurgoldnir av tryggingunum, tað kunnu vit ikki fara at blanda okkum uppí, men vit vilja als ikki forsmáa, at íslendingar vilja hjálpa okkum. Men landsstýrið kann ikki taka ímóti privatari hjálp og býta hana út. Men vit vilja fegin hjálpa teimum at finna rætta móttakaran í Føroyum, sigur Poul Michelsen.

 

– Vit hava fulla virðing fyri teimum, sum vilja hjálpa okkum á henda hátt at savna pening inn, og fyrireikararnir av innsavningini fara í morgin á fund við føroysku sendistovuna í Íslandi at finna út av, hvussu tey halda rættast er at býta peningin í Føroyum, sigur hann.