Roðin, ið er samstarvið millum Nes, Runavikar og Sjóvar kommunu um heimatænastu og eldrarøkt, skal hava ein nýggja leiðara. Tað skrivar R7 í dag.
Tordur Niclasen, núverandi leiðari fyri samstarvið, fer nevniliga frá fyri aldur.
Umframt at vera leiðari fyri samstarvinum á Skálafjørðinum um heimatænastu og eldrarøkt, so hevur Tordur Niclasen eisini verið leiðari fyri Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi síðan 1983.
Flest munnu tó best kenna Tord Niclasen frá lands- og kommunalpolitikki, har hann m.a. hevur verið borgarstjóri í Eiðis kommunu, løgtingslimur og landsstýrismaður.