Valur endaði á triðja plássinum í grundspælinum

Valur tapti finaluna um annað plássið í grundspælinum

Grundspælið er liðugt í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, og endaðu Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali á einum triðja plássi í grundspælinum.

 

Valur sum var á øðrum plássinum undan dystinum móti Afturelding á heimavølli í kvøld, tapti 34-35 fyri Afturelding, ið fór eitt stig fram um Val á stigatalvuni við at vinna hesa finaluna um annað plássið.

 

Tað gekk illa í hond hjá Vali í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Afturelding á odda 20-15.

 

Gongdin í dystinum var hendan: 3:2, 5:6, 8:10, 10:14, 13:17, 15:20, 20:21, 24:22, 28:24, 29:28, 31:31, 34:35, sambært Morgunblaðnum.

 

Allan skoraði tvey mál fyri Val í kvøld. 

 

Endaliga støðan í grundspælinum:

 

 Nr.Lið:DystirVJTMálmunurStig
 1FH221813684:58537
 2Afturelding221615665:59833
 3Valur221606702:60232
 4ÍBV221426712:64130
 5Haukar221408631:56728
 6Fram2210111660:67721
 7Stjarnan229112607:63619
 8KA228212628:65718
 9Grótta227114602:64315
 10HK226115581:65413
 11Víkingur225017541:63710
 12Selfoss224018527:6438