Landsliðsleikarin, Allan Norðberg og liðfelagarnir hjá nýklaktu íslendsku steypavinnarunum, Vali spældu í kvøld dyst á útivølli á Hafnarfirði móti Haukum.
Haukar vunnu dystin 28-26. Í steðginum var heimaliðið frammanfyri 15-13.
Allan skoraði tvey mál í dystinum.
Fyri Val var talan um eina heldur keðiliga upptakt til fyrru fjórðingsfinaluna í European Cup.
Valur skal nú ferðast til rumenska høvuðsstaðin fyri at spæla fyrru uppgerðina móti rumenska stórliðnum, Dinamo Bukarest.
Dysturin verður leiktur sunnudagin klokkan 17. Returdysturin verður leiktur í Reykjavík páskaaftan 30. mars klokkan 18.
Í bestu íslendsku deildini er Valur nummar tvey við 30 stigum. Teir eru trý stig aftanfyri oddaliðið, FH og fimm stig frammanfyri nummar trý, Afturelding.
Valur hevur tryggjað sær pláss í endaspælinum fyri langari tíð síðani. Valur hevur fýra dystir eftir at leika í grundspælinum.