Varpið avhendað

Byggingini av Varpinum nú komin so væl ávegis, at avhandingaskjalið er undirskrivað

Í gjár møttust ráðgevar, arbeiðstakarar og umboð frá stýrinum fyri Grunnin, Mentanarhús í Klaksvík, sum er byggiharri, á fundi í Varpinum, at kanna ymisku arbeiðini í bygninginum.

 

 

 

Byggingin lýkur ásettu krøvini frá byggimyndugleikanum og er í tráð við tekningar og ynskir. Endaligt brúksloyvi er tí givið fyri nýtslu av húsinum.

 

 

 

Avhendingarskjal bleiv undirskrivað. Tó at onkur smávegis arbeiði eru eftir. Avtala er um at hesi skulu vera gjørd um stutta tíð.

 

 

 

Jóhanna C. Christiansen, stýrisforkvinna fegnast um, at arbeiði endiliga er komið so langt, at verkætlanin, sum byrjaði á sumri í 2020, nú kann kallast liðug.

 

 

 

- Varpið hevur ávegis staðið sína roynd við fleiri væleydnaðum tiltøkum. Talan hevur verið um eina spennandi, men drúgva tilgongd, og nú eru vit øll glað og takksom, sigur ein fegin forkvinna í stýrinum, Jóhanna C. Christiansen.

 

 

 

Nú húsið stendur liðugt, kostar tað 72 milliónir, tá er innbúgv ikki roknað uppí.