Viborg misti javnleikin í seinastu løtu

Jana Mittún og liðfelgarnir góvu oddaliðnum, Odense ein skarpan gang

Tað eydnaðist akkurát ikki Janu Mittún og liðfeløgunum í Viborg at fáa stig móti oddaliðnum í bólki 2 í endaspælinum, Odense.

 

Viborg var á odda 24-23 tá tveir minuttir vóru eftir av dystinum, men seinastu minuttirnar skoraði Odense tvær ferðir uttan, at Viborg megnaði at svara aftur. Sigursmálið til 25-24 til Odense skoraði Dione Housheer tá bert seks sekund vóru eftir av dystinum. Í steðginum var Odense á odda 14-13.

 

Jana skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál.

 

Odense er fremst í bólki 2 við níggju stigum, og tær hava longu tryggjað sær pláss í hálvfinalunum. Nummar tvey er Ikast-Herning við seks stigum, nummar trý er Keypmannahavn við fýra stigum, og aftast er Viborg við ongum stigi. 

 

Mikukvøldið 1. mai spælir Keypmannahavn á útivølli móti Odense. Kvøldið fyri tekur Herning-Ikast móti Viborg á heimavølli.

 

Mikukvøldið 8. mai endar bólkaspælið. Tað kvøldið tekur Keypmannahavn móti Viborg, og Ikast-Herning hevur heimadyst móti Odense.