Fráveran hjá tingfólkum ikki skrásett

Síðani koronukreppan fór at gera um seg í mars í fjør, hevur formansskapurin í Løgtinginum ikki skrásett, um tey eru møtt ella ikki.

 

Tað er annars fastur siður á hvørjum tingfundi, at skrásett verður, hvøjitingfólk eru møtt, og so verður førd protokoll, eins og í fólkaskúlanum.

Tingfólk hava ikki verið so fegin um hesa skipan, tí fjølmiðlarnir – og almenningurin – síggja tá, hvør ið hevur størstu fráveruna.

Seinasta góða árið hevur tað verið korona, sum hevur fingið skuldina fyri, at tingfólk ikki verða skrásett, sum tey møta til arbeiðis í tingsalinum, ella ikki. Tí ber heldur ikki til hjá okkum at gera árliga yvirlitið yvir, hvussu tingfólk hava møtt upp, nú tingsetan er at enda komin.

Seinastu ferð, at formansskapurin í Løgtinginum hevur tikið støðu til hesa skráseting, var á fundi 17. mars. Tá varð avgjørt, at tingfólk verða ikki skrásett fyri uppmøtin restina av tingsetuni. Tingsetan endaði hósdagin í síðstu viku – men kann tó verða tikin uppaftur, um okkurt bráðfeingis mál tekur seg upp. Nýggj tingseta byrjar á ólavsøku.

Tá tingfundurin endaði hósdagin boðaði formaðurin frá, at um einki serligt mál kemur, so verður ikki tingfundur aftur fyrrenn á ólavsøku.

– Løgtingið hevur síðani á ólavsøku 2020 havt 92 fundir, ið hava vart 390 tímar. 142 mál eru framløgd, umframt 4 frágreiðingar sambært § 51 í Tingskipanini. 2 mál eru ikki komin aftur úr nevnd. Øll hini málini eru avgreidd frá tinginum. 12 skrivligir fyrispurningar eru settir. 133 munnligir fyrispurningar vóru á skrá á 6 fundum, og 25 ófráboðaðir fyrispurningar eru settir og svaraðir á 4 fundum. 134 § 52a spurningar eru settir higartil. Fíggjarnevndin hevur havt 42 fundir, Uttanlandsnevndin 20, Vinnunevndin 22, Trivnaðarnevndin 23, Mentanarnevndin 7, Rættarnevndin hevur havt 17 fundir.

Tá er hevur koronufarstóttin væntandi slept hvørkratakinum um samfelagið, so tá verða tingfólk helst aftur skrásett fyri uppmøting.