Námsfrøðingar og lærarar mugu samstarva, um ein skilagóða avgerð skal takast um ein sokallaðan 0. flokk. Tað er komið fram í kvøld, í kjakfundi í Miðlahúsinum, har bæði umboð fyri Føroya Pedagogfelag og Føroya Lærarafelag vóru hjástødd. Hóast fakfelagsgjógvin mangan hevur verið ógvuliga breið millum námsfrøðingar og lærarar, so tykist kortini breið semja verða um, at bæði námsfrøðingar og lærarar mugu uppí leikin, um ein skilagóð avgerð skal takast í samband við tilboð til seks ára gomul børn.
Í kjakfundi í Miðlahúsinum í kvøld er eingin ivi um, at semja er ímillum partarnar, at fleiri tilboð skulu gerast til børn í hesum aldri. Tosað var nógv um ein sokallaðan 0. Flokk, har børnini fáa høvið at brynja seg til fólkaskúlan og 1. Flokk.
Men júst hvussu hesin 0. Flokkur skal skipast, eru fleiri boð uppá.
Ein teirra, ið var hjástødd til kjakfundin var Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í Skúlamálum, og hon vísti á, at mentamálaráðið hevur ætlanir um at taka hetta kjakið upp, nú landsstýrið setur fólkaskúlan sum heild á breddan.
-Eg kundi hugsað mær, at fingið eitt kjak um hetta, soleiðis, at vit, innan hálvtannað ár, kunnu taka eina avgerð um hetta málið, sigur landsstýriskvinnan í Mentamálum, Helena Dam á Neystabø.
Landsstýriskvinnan fer eisini skipað fyri einum evnisdegi um júst hetta evnið, har útlendskir serfrøðingar geva sítt boð uppá hvussu ein 0. Flokkur skal skipast. Hesin evnisdagur verður í mai í ár.