0 % fráveru

Erla Bech Jensen úr Havn hevur ikki forsømt nakran tíma, tey trý árini hon hevur gingið í Studentaskúlanum í Hoydølum. ? Eg elski at ganga í skúla, sigur Erla, og tað er eftir øllum at døma frágreiðingin uppá eitt væleydnað studentsprógv

Hugsa tær ein gráan týsmorgun í november. Regnið slær á vindeygað í kamarinum. Eingin er inni at hála teg upp úr songini. Tá er lætt at venda sær á hina liðina, lata skúla vera skúla og fara aftur í dreymaverð. Og vit eru eisini fleiri, ið eru fallin fyri freistingini.
Men soleiðis hevur 18 ára gamla Erla Bech Jensen úr Havn tað ikki. Hon hevur nevniliga møtt upp til hvønn einasta tíma tey trý árini, hon hevur gingið í Hoydølum.
- Tað hevur verið ein sera góð tíð, men eg eri glað fyri, at royndirnar nú kunnu leggjast afturum bak, og at alt er yvirstaðið. Tað er tó við einum farra av sorgblídni, at man nú sigur farvæl, sigur hon.

Franskt var yndismálið
Erla hevur gingið á málsligu deild í ð-flokkinum, eisini nevndur 02ð. Erla væntar at fáa knapt 10 í meðal í próvnum.
Spurningurin nú er sjálvandi, hvat prógvið skal nýtast til.
- Eg havi ofta hugsað um at lesa franskt víðari. Tað var eisini mín yndislærugrein í Studentaskúlanum, greiðir Erla frá, og hon leggur flennandi afturat, at hon eisini skoraði eitt 11-tal í munnligu royndini í fronskum.
- Eg havi havt ein dreym um at læra franskt til lítar og síðani at undirvísa børnum í afrikanska landinum Senegal í sambandi við missiónsarbeiði, sigur Erla. Tí er ein møguleiki, at hon fer at lesa franskt víðari, men enn er eingin endalig støða tikin tí viðvíkjandi.
Fyri fyrst fer hon at leita sær eftir onkrum fyrifallandi arbeiði her heima, áðrenn leiðin møguliga gongur út í heim.

Longu sæð heimin
Erla hevur stóran áhuga fyri missiónsarbeiði, og hon hevur verið við foreldrunum úti í heimi í hesum sambandi.
Í eitt ár hevur hon siglt við trúboðaraskipinum Doulos, har pápin var skipari og mamman starvaðist í móttøkuni. Erla var bæði dekkari og starvaðist í bókasøluni umborð á skipinum, sum eisini hevur vitjað í Føroyum nakrar ferðir.
Hesa tíðina, tá familjan var umborð, sigldi skipið mest í Asia, og tí hevur hon hóast sín unga aldur longu vitjað tey flestu londini í Landsynningsasia.
Árið eftir sigldi hon eisini í tveir mánaðir í Karibiska havinum við einum øðrum trúboðaraskipi, ið nevnist Logos.
Vanligt er, at nýklaktar pisur hava ætlanir um at fara út í heim og uppliva aðrar mentanir og fremmand lond. Men Erla hevur longu vitjað fleiri lond, enn fleiri okkara vitja ígjøgnum eitt heilt lív.
Hon metir, at hetta hevur ment hana sum persón og harvið hjálpt henni í skúlanum ? eisini tí, at hon hevði eitt sabbatár umborð á skipinum, áðrenn hon byrjaði í studentaskúlanum.

Var við í Jósef
Tá næmingar í studentaskúlanum í fjør settu upp stórsligna leikin um Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið, var Erla eisini mitt í rokanum. Hon hevði ein tann størsta leiklutin sum upplesari í leikinum.
Hóast tað var strævið og tíðarkrevjandi at vera við, gekk tað ikki út yvir skúlagongdina. Erla hevur nevniliga havt eina fyrimyndarliga uppmøting. Hon er ongantíð skrásett sum fráverandi hesi trý. Nú kann hon njóta komandi dagarnar við góðari samvitksu.
Eitt tíðarskeið er nú liðugt, og ta eitt nýtt stendur fyri framman hjá øllum teimum, ið júst hava nomið sær miðnámsútbúgving á studentaskúla, HF-skeiði, handilsskúla ella tekniskum skúla.