07 Vestur boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við FM-vinnara úr KÍ. Jn.fo skrivar, at talan er um belgiska Jasper Van Der Heyden, ið hevur spælt við KÍ í fjør, eftir at hann kom til AB í 2019.
Fyrr í vetur gjørdi 07 Vestur sáttmála við Ronni Møller-Iversen, sum frammanundan hevur spælt við KÍ, Skála og seinast EB/Streymi.
Felagið hevur eisini longt sáttmálan við Høgna Egilstoft Nielsen, umframt at spælarar sum Silas Eyðsteinsson, Dann Fróðason, Eiler Fróðason og Janus Svabo Samuelsen eisini halda fram.