Hinvegin er spurningurin um FM-stríðið meiri opin enn hann hevur verið í langa tíð, tí HB tapti ruddiliga fyri ÍF, samstundis sum EB/Streymur vann sannførandi á AB.
ÍF vann nevniliga 3-0 á HB í Fuglafirði. HB hevði bóltin mest í dystinum, men ikki nær til so vandamiklir sum fuglfirðingar, sum vóru eirindaleysir í sínum atsøknum.
Á Argjum var hinvegin eingin ivi um, at EB/Streymur var nógv betri enn AB. Teir vunnu eisini ? eins og ÍF ? við trimum málum móti ongum. Harvið hála teir eisini inn á HB í oddinum, men stigamunurin fimm stig og við tveimum umførum eftir og seks stigum at spæla um, skal tað vilja serstakliga illa til hjá HB, um teir ikki megna at avgera tað sjálvir. Men matematiskt er einki avgjørt í oddinum enn.
Tað er tað hinvegin í botninum. 07 Vestur flytur niður í 1. deild eftir at hava tapt 2-1 fyri KÍ. KÍ gjørdi soleiðis sítt til fyri at varðveita sítt sætið í deildini, men hetta verður trupult nú B36 vann á NSÍ í dag.
Í Gundadali gjørdist talan um stórsigur, tí heimaliðið vant burtur úr NSÍ. 5-2 gjørdist endaliga úrslitið, har Brima Koroma var heilt stóra upplivingin og skoraði trý mál.
Við sigrinum er stigamunurin millum B36 og KÍ framvegis trý stig.
Sigurin og tey trý stigini til B36 merkja, at 07 Vestur ikki kann fáa teir aftur, og tá tað eru tvey lið, sum flyta beinleiðis niður í 1. deild, so er 07 Vestur fyrsta liðið, ið tapir botndystin.
Tvey onnur lið, sum eisini hava verið jøvn í ár, eru Víkingur og B68. Tey møttust í dag í Gøtu, har Víkingur vann 2-0. Harvið býttu Víkingur og B68 um pláss á stigatalvuni, soleiðis at Víkingur er nummar trý og B68 nummar fýra.
Úrslitini og málskjúttar í 25. leikumfari:
ÍF ? HB 3-0 (1-0)
1-0: Frank Poulsen
2-0: Rógvi Jacobsen
3-0: Dánjal á Lakjuni
KÍ ? 07 Vestur 2-1 (1-0)
1-0: Hjalgrím Eltør
2-0: Stefan Kalsø
2-1: Gunnar Haraldsen
B36 ? NSÍ 5-2 (4-0)
1-0: Brima Koroma
2-0: Dennis Holmberg
3-0: Brima Koroma
4-0: Brima Koroma
5-0: Bergur Midjord
5-1: Sjúrður Jacobsen
5-2: Karoly Potemkin
AB ? EB/Streymur 0-3 (0-2)
0-1: Arnbjørn Hansen
0-2: Levi Hanssen
0-3: Arnbjørn Hansen
Víkingur ? B68 2-0 (1-0)
1-0: Hanus Jacobsen
2-0: Finnur Justinussen
Støðan í Vodafonedeildini eftir 25. leikumfør:
1 HB 49
2 EB/Streymur 44
3 Víkingur 41
4 B68 39
5 NSÍ 38
6 AB 34
7 ÍF 30
8 B36 27
9 KÍ 24
10 07 Vestur 19