07 Vestur hevur leigað Mads Christiansen úr Vendsyssel. Hann kemur í flúgvaranum saman við Benni Smales-Brathwait, ið eisini er leigaður úr Vendsyssel.
- Vit skrivaðu í gjár um Benni Smales-Brathwait, sum er leigaður úr Vendsyssel. Vit kunnu eisini vátta, at Mads Christiansen kemur við flogfarinum hósdagin at vera partur av hópinum hjá Steffen og Tór-Ingari, skrivar 07 Vestur og leggur afturat:
- Mads er 20 ára gamal, og hevur spælt á miðjuni og í miðverjuni. Hann hevur mestu royndirnar úr U19 fótbólti. Mads verður av Vendsyssel lýstur sum ein spælari sum dugir væl at lesa spælið og hevur eitt høgt støði við bóltinum.
Nýggjur venjari er Steffen Landro.