Við trivaligum 3-0 sigri á heimavølli í Sørvági í vánaligum líkindum ímóti Giza/Hoyvík legði 07 Vestur seg upp á síðuna á EB/Streymi, sum framvegis er topplið.
Stóri maðurin í Sørvági var Gunleif Magnusarson, sum skoraði øll málini í 3-0 sigrinum. Fyrsta málið skoraði hann stutt undan steðginum, tá ið 07 Vestur hevði vindin ímóti. Kvívíkingurin Torstein Mýlingstind legði inn fyri úr høgru, og tvøramaðurin í Vágum takkaði fyri.
Eftir steðgin skoraði Gunleif tvær ferðir. Í fyrra førinum var tað eftir innlegg úr høgru frá vestmenninginum Holgar Durhuus, at Gunleif við høvdinum og við handara stólpa stýrdi bóltin í málið, og tað seinna skoraði hann, eftir at fyrrverandi 07 Vestur málverjin, Petur Meinhard Magnussen, sum nú verjir málið hjá Giza/Hoyvík, fleiri ferðir og í einum og sama álopi hevði hálvbjargað.
Fyri fyrstu ferð í ár megnaði EB/Streymur ikki at vinna fulla úrtøku. Tað sá annars gott út á Argjum, tá ið Arnar Dam eftir stóran tíma legði gestirnar framum. EB/Streymur megnaði ikki at halda tørn um leiðsluna, tí trettan minuttir undan leikloki javnaði Hugin á Borg Ferber fyri AB til 1-1, sum varð úrslitið.
FC Suðuroy fekk einki við sær eftir longu ferðina norður til Klaksvíkar. Heimaliðið legði seg beinanvegin framum 2-0, men gestirnir fótaðu sær og javnaðu, tá ið ein hálvur tími var farin. Teir megnaðu kortini ikki at halda tørn. KÍ legði seg framum stutt fyri hálvleik, og tá ið FC Suðuroy upp undir dystarlok royndi at trýsta fyri at javna, staðfesti KÍ 4-2 sigurin.
NSÍ stóð seg væl fyrstu umførini, og HB stóð seg illa. Í kvøld var HB í Runavík, og gestirnir fóru til hús aftur við 4-2 sigri. Stóri maðurin hjá HB var veteranurin Símin Hansen, sum skoraði hattrikk. Hann hevur mist plássið á besta liðnum, men kanska avrikið í kvøld fær HB venjaran at umhugsa at taka Símin við aftur.
Á Sandi endaði tað 1-1 millum B71 og Víking, sum eru niðast á støðutalvuni við fýra stigum, ið er sama stigatal, sum AB hevur.
KÍ-FC Suðuroy 4-2 (3-2)
1-0: David Langgaard br 10.
2-0: Eivindur Sørensen 17.
2-1: Heri E. Kjærbo 19.
2-2: Valerian Iobashvili 30.
3-2: Aksel Danielsen 38.
4-2: Jóannes K. Danielsen 86.
NSÍ-HB 2-4 (1-0)
1-0: Hans Marius Davidsen 29.
1-1: Símin Hansen 61.
1-2: Jákup Pauli Breckmann 63.
2-2: Hans Marius Davidsen 73.
2-3: Símin Hansen 76.
2-4: Símin Hansen 86.
07 Vestur-Giza/Hoyvík 3-0 (1-0)
1-0: Gunleif Magnusarson 41.
2-0: Gunleif Magnusarson 66.
3-0: Gunleif Magnusarson 75.
AB-EB/Streymur 1-1 (0-1)
0-1: Arnar Dam 33.
1-1: Hugin á Borg Ferber 77.
B71-Víkingur 1-1 (1-1)
1-0: Gunnar Lydersen
1-1: Hans Jákup Lervig
Støðan eftir seks umfør
EB/Streymur 16
07 Vestur 16
FC Suðuroy 10
KÍ 9
NSÍ 9
Giza/Hoyvík 9
HB 6
AB 4
Víkingur 4
B71 4
Sjeynda umfar
Mikudagin 27. apríl
EB/Streymur-KÍ
07 Vestur-Víkingur
Giza/Hoyvík-AB
B71-HB
FC Suðuroy-NSÍ