07Vestur livir í steypakappppingini

Eftir at hava vunnið ársins fyrsta steypadyst 1-0 á útivølli ímóti Royn, skal AB á vitjan hjá 07Vestur

Tað er rættiliga friðarligt í heimliga fótbóltinum í hesum døgum. Landsliðið er í Rumenia, har dystur verður í morgin, og U21 landsliðið hevur seinastu dagarnar verið á venjingarlegu. Hvørki í bestu ella næstbestu deildini eru dystir í vikuskiftinum.

Í steypakappingini hevur ársins fyrsti dystur verið í dag. Í innleiðandi umfarinum vann 0+7Vestur 1-0 á útivølli í Hvalba ímóti Royn. Málið skoraði Torstein Mýlingstind í síðstu sekundunum undan steðginum.

Seinni dysturin í innleiðandi umfarinum verður 1. Apríl, tá ið tað verður grannauppgerð millum Undrið og Giza/Hoyvík.

Fyrsta umfar verður 6. apríl ella annan mánadag, sum er 2. páskasdagur. Tá skal 07Vestur spæla á heimavølli ímóti AB.