Tað eydnaðist nýggju eigarunum av Manchester City, Abu Dhabi United Group for Development and Investment, at keypa Robinho frá Real Madrid fyri á leið 300 milliónir krónur. Og sambært stjóranum í Abu Dhabi, Dr Sulaiman Al Fahim, er næsta stigið ikki minni stórsligið.
240 milliónir dollarar - ella 1,2 milliardir krónur - sigst felagið ætla at bjóða Manchester United fyri Ronaldo, tá transfer-vindeygað letur upp í januar mánaði.