Góðar 1,3 miljónir norskir útvarpslurtarar hoyrdu Lisu Frederiksberg syngja ein jólasang á føroyskum. P1-kanalin hjá Norska Ríkisútvarpinum, NRK hevði Tollaksmessudag eina samrøðu við Hera Simonsen frá Rás2. Í samrøðuni, sum vardi 6-7 minuttir greiddi Heri frá hvussu føroyingar halda jól. Í endanum av innslagnum spældi NRK-P1 Lisu Frederiksberg av Strondum, sum sang jólasangin ?Í hvørjari vrá nú lýsa?, sum er ein upprunaliga norskur jólasangur frá 1931. Jakob Sande skrivaði sangin. Sum á norskum eitur: ?Det lyser i stille grender?. Tað er sami Jakob Sande, sum hevur gjørt tær nýnorsku yrkingarnar, sum Hanus Johansen hevur gjørt løg til. P1 er tann rásin, sum hevur flest lurtarar í Noregi. Og roknað verður við, at uml. 1,3 miljónir lurtarar hoyrdu jólasendingina Tollaksmessukvøld. Heri fekk afturmeldingar frá fleiri norðmonnum, og føroyingum, sum búgva í Noregi. Eitt, sum tey flestu bóru uppá mál, var hvussu vakur sangurin hjá Lisu Frederiksberg var.