1.300 fólk á Jóansøkufestivali

Jóansøkufestivalurin í ár var sambært fyrireikarunum sera væleydnaður við ikki færri enn 1.300 gestum. Nú nakrir dagar er lidnir frá, at Jóansøkufestivalurin varð hildin er talið av vitjandi gjørt upp, og tað vísir seg, at ikki færri enn 1.300 fólk komu saman á keiøkinum á Tvøroyri.

 

Mánadagin segði Kristian Holbæk fyriskipari við Sosialin, at fyrireikararnir av Jóansøkufestivalinum eru vælnøgdir við tiltakið, men vita samstundis, at sumt skal gerast betur komandi ár.

- Tað er ivaleyst okkurt at fýlast á. Vit hava verið ov fá um at fyriskipað tiltakið og skaffa pengar til tiltakið. Vit hava arbeitt hart og roynt.Vit mugu vera fleiri næsta ár, soleiðis, at alt tá verður í lagi. Tað góða er, at hesin Jóansøkufestivalurin eydnaðist nógv betur enn síðsta ár. Tað vóru nógv fólk seinni um kvøldið og øll tykjast væl nøgd.