1.500 atgongumerki eftir

Í morgin klokkan 13 byrjar sølan av seinastu atgongumerkjunum til dystin á Svangaskarði

Fótbóltur

 

Tað eru fleiri lutir, sum tala fyri, at tað verður fullsett kring Svangaskarð týsdagin.

Ítróttarliga man tað hava heilt nógv at siga, at avrikini hjá landsliðnum hava verið stak góð seinastu ferðirnar. At talan er um heimadyst móti skotum ger neyvan vónirnar verri, og við bjartari veðurforsøgn kann væl verða, at áhugin økist eitt fitt petti afturat.

Hjá mótstøðuliðinum er í øllum førum veldugur áhugi fyri dystinum. Skotsku áskoðararnir verða millum 800 og 1.000 í tali, men tað eru eingi útlit fyri, at hesir einsamallir sleppa at herseta Svangaskarð. Av teimum 4.000 plássunum, sum eru eftir til dystin, eru enn 1.500 atgongumerki eftir. Klokkan 13 verður byrjað at selja hesi, og hjá FSF vóna tey, at fólk vilja nýta høvi at keypa sær atgongumerki í góðari tíð. Ikki minst tí farturin hjá Smyrli væl kann gera, at trýstið á atgonumerkjasøluna verður heilt stórt seinasta tíman undan dystarbyrjan.