1.600 fleiri løntakarar upp á trý ár

Í gjár Hagstova Føroya tíðindini, at íbúgvatalið í Føroyum heldur fram við at vaksa, soleiðis at man longu næsta ár væntar, at íbúgvatalið fer upp um 50.000 íbúgvar.


So tað er ikki heilt óvæntað, at nýggjastu tølini fyri løntakarar vísa, at ein stórur vøkstur seinastu árini.


- Í juli vóru 25.368 løntakarar, árstíðarjavnað. Hetta er annar mánaður upp í slag, at tað eru yvir 25.300 løntakarar, og hetta er tað mesta síðan 2008, skrivar Hagstovan á teirra heimasíðu.


Víðari skrivar stovnurin, at tað á heysti 2013 vóru 23.700 løntakarar, tá ein javnur vøkstur byrjaði, so at tað í dag eru 1.600 fleiri løntakarar enn tá.