1. deild menn: HB aftur best av næstbest

Illveður á Vágseiði gjørdi, at oddaliðið ikki fekk spælt, og tí gjørdi HB sær dælt av, og nú eru teir næstbestu hjá HB aftur á odda í 1. deild

FÓTBÓLTUR

 

Í Vági var beinleiðis illveður á Eiðinum, og tí bar ikki til at fáa dystin millum VB/Sumba og B68 spældan. Tað kom ongantíð so langt, sum at dysturin var settur í gongd, og nú verður helst neyðugt at spæla hann mitt í viku.

At dysturin hjá oddaliðnum, VB/Sumba, var av ongum, gjørdi HB sær dælt av, tí teir næstbestu hjá høvuðsstaðarfelagnum eru nú eitt stig framman fyri VB/Sumba, men hava altso spælt ein dyst meira, og trý stig framman fyri tveir aðrar av uppflytingarkandidatunum, B71 og TB.

 

Á odda allan vegin

HB fekk í Runavík eina dreymabyrjan, tá Tróndur Arge longu í fyrsta minutti skoraði til 1-0. Og hóast NSÍ fekk svarað aftur við máli frá Sonna L. Petersen, gekk aftur bara ein minuttur, so hevði Óli Restorff Hansen lagt HB á odda 2-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Í seinna hálvleiki økti Emil Leifsson fyri HB til 3-1. Men ímóti endanum svaraði NSÍ aftur, tá Árni Frederiksberg minkaði um munin, men hóast onkrar spentar støður, komu runavíkingar ikki nærri. HB, sum stórt sæð allan dystin var á odda, vann tí 3-2.

 

Forða hvørjumøðrum

Bæði B71 og TB royna at tryggja sær eitt pláss heilt har frammi, men leygardagin spentu tey bein fyri hvørjumøðrum, tá tey spældu javnt á Sandi. B71 byrjaði betur og hevði yvirvág fyrsta hálva tíman, og tað var í tráð við gongdina, at Clayton Soares skoraði til 1-0.

Men síðani mentist TB, og við tveimum tøttum málum, sum Jón Magnusarson og Dan Mortensen skutu beint fyri hálvleik, fór TB framum 2-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Tá so B71 fekk ein mann útvístan mitt í seinna hálvleiki, vóru fleiri ábendingar um, at TB kundi fara við teimum trimum stigunum. Men ímóti endanum á dystinum syrgdi íslendingurin hjá B71, Guðbjørn Sæmundsson, fyri javnleikinum í nógva regninum, ið darvaði spælinum ikki sørt.

 

Skála enn eina ferð

Skála, sum longu eina ferð fyrr hevði vunnið á FC Hoyvík, gjørdi tað aftur leygardagin. Talan gjørdist enntá um ein greiðan 4-1 sigur, ið ongantíð var í vanda. Hálvleiksstøðan var 2-0.

Eitt korter inn í dystin skoraði Jógvan Berg beinleiðis við frísparki, og á hálva tímanum snittaði Rói Jacobsen við høvdinum bóltin ímóti málinum, har FC Hoyvík-málverjin var óheppin, tí bólturin fór undir fótin á honum og í málið…

Í seinna hálvleiki økti Brian Jacobsen til 3-0, áðrenn FC Hoyvík fekk eitt brotsspark, sum John Eystberg setti í netið. Men hóast hoyvíkingar royndu at trýsta, gjørdist tað í staðin Arnold Berg, ið staðfesti 4-1 sigurin hjá skálamonnum.

 

Eingin spenningur

Dysturin í Gøtu gjørdist ongantíð serliga spennandi, hóast tað framvegis var 0-0 í hálvleikinum. Til tað hevði MB alt ov lítið at bjóða, meðan Víkingur royndi at halda ferðini á spælinum uppi.

Stutt inn í seinna hálvleik brast fyri nev, tá Rúni á Reynatrøð skoraði til 1-0, og miðskeiðis í hálvleikinum økti Martin Olsen, áðrenn Leivur Hansen í yvirtíðini staðfesti 3-0 sigurin hjá Víkingi.