Góðu áhoyrarar
Fyrst vil eg takka fyriskiparunum fyri tann stóra heiður at halda 1. mai-røðu í dag.
Eg eri sjálvur rættiliga nýggjur á almenna pallinum, og tit sum kenna meg, vita, at eg havi ongantíð verið serliga virkin í almenna kjakinum. Alt broytist undir seinasta løgtingsvalið, tá eg royndi meg sum valevni fyri Javnaðarflokkin. Hetta er mín fyrsta røða, so haldið mær til góðar.
Upprunin til 1. mai sum heiðursdagur hjá arbeiðararørsluni stavar frá Chicago í 1886, tá amerikanskir arbeiðarar fóru á verkfall og kravdu at arbeiðsdagurin lækkaði frá 16 tímar niður til 8 tímar.
Hetta verkfalli kulmineraði við, at ein bumba brast millum eina mannamúgvu, sum gjørdi at fleiri fólk lótu lív. Hetta fekk heitið “The Haymarket Affair”. Sum bensin á bálið, spreiddi henda ógvusliga hending til arbeiðsrørslur kring heimin, og bleiv eitt symbol fyri stríði um rættindi hjá arbeiðarinum.
3 ár seinni, í 1889 samtykti “Næsta Internationali” - samgonga fyri altjóða arbeiðsrørsluni - at 1. mai skuldi vera altjóða arbeiðaradagur, til heiður fyri undangongufólkini sum stríddist fyri 8-tímar arbeiðsdagin.
Við fakfeløgunum á odda fekk hetta samfelagsbroytandi hugskotið stigvíst fest sær røtur her í Føroyum, og í dag kenna vit ikki til annað.
Vit hava eisini nógv annað at vera takksom fyri, sum arbeiðsrørslan hevur fingið í lag; sjúkradagpeningaskipanina, vikushifti, ALS, og fólkapensjónina - bara fyri at nevna nøkur dømir. Hetta eru ikki skipanir, sum eru komnar av sær sjálvum, men úrslit av dirvi og ágrýtni, sum í dag gagna okkum øllum.
Nógv av stríðsmálunum hjá arbeiðsrørsluni seinastu øldina hava lagt lunnarnar undir vælferðarsamfelagnum vit kenna í dag.
Vil tað siga at stríði hjá arbeiðsrørsluni er av?
Tað verður ofta sagt, at vit føroyingar eru eitt av teimum mest arbeiðssomu fólkunum í Evropa - ja kanska enntá í øllum heiminum, og summi bera tað sum heiðursmerkið á bróstinum, men er tað veruliga nakað at vera errin av?
Tí samstundis síggja vit eina aðra gongd.
Gjógvin millum stættirnar veksur. Alsamt fleiri í miðalstættini detta niður ímóti fátækraváða, meðan summi, sum frammanunda eru í fátækraváða, verða noydd at flyta av landinum fyri at sleppa sær undan heimloysi.
Men kortini halda vit fast í tølum sum GINI-talinum og keypsorkuni, og siga við okkum sjálvi, at støðan er góð - sum um hagtøl kunnu gylla veruleikan hjá teimum, sum detta niður í millum skipanir.
Noy, stríðið er ikki av!
Lyftið, frá seinasta samgonguni um at vit skuldu arbeiða minni fyri meira - við at stytta arbeiðsvikuna fyri fyrstu ferð síðan 1978 - er fánað burtur í einki.
Kanska var tað ein ørvitisdreymur.
Tí alt bendir á, at vit skulu gera tað beint mótsatta: arbeiða meira fyri minni. Tí tað kennist sum fyri hvørja krónu lønin hækkar, veksa útreiðslurnar við einari og einari hálvari krónu.
Altíð aftanfyri. Altíð renna aftaná. Altíð undir trýstið.
Noy, stríðið er ikki av!
Tað er eitt vaksandi tal av fólkið, sum mugu arbeiða yvir 40 tímar um vikuna - ikki tí tey hava hug ella ynskja at tjena sær nakrar eyka krónur, men tí tað er neyðugt fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman.
Tey vera rópt “heldig”, tí tey hava arbeiðsførleikan, men hvat er tað fyri ein lukka? At arbeiða meir fyri at síggja uppsparingina standa í stað, og samstundis rinda høga prísin - tíðina saman við familjuni.
Verri er hjá teimum, sum ikki hava tann førleikan. Tey, sum ikki eingongd røkka 40 tímum um vikuna vegna slit á kropp og sál, ella tí tey bera eina umsorganarbyrðu, sum noyðir tey at arbeiða niðursetta tíð.
Og latið okkum vera erlig: tað er oftast kvinnur, sum bera hesa byrðuna.
Kvinnurørslan og arbeiðararørslan hava seinastu øldina, ofta gingið hond í hond við fleiri málum - hygg bara eftir barsilsskipani, barnagørðum og eldrarøkt, sum vit ikki kunnu verið fyri uttan í dag.
Tað skal tó ikki romantiserast, tí samstundis hava kvinnur havt eina nógv brættari brekku at stíga samanborið við menn.
Fyri rættin at arbeiða og tjena sínar egnu pengar. Fyri rættin at eiga ogn, skiljast, atkvøða og stilla upp. Fyri líkaløn og avgerðarrætti yvir egnum kroppi.
Vit siga, at vit hava javnstøðu í dag, men veruleikin er ein annar.
Kvinnur eru framvegis yvirumboðaðar av samfelagsbólkunum í fátækraváða. Tær átakað sær størsta partin av umsorganini - og rinda prísin við lægri løn, lægri pensjón og verri fíggjarlig trygd.
Samstundis hoyra vit avísar røddir leggja stóran dent á, hvussu tann føroyska mentanin skilur seg frá mentanum aðrastaðni, tí at vit virða kvinnurættindir - men í samað handavending skola tær fyri at siga frá, tá tær ikki fáa sín uppiborna sess í landstýrinum og løgtinginum, ella ynskja at “læra” í samkomum.
Noy, stríðið er ikki av!
Í hesum samað landsstýrið hoyra vit ein landsstýrismann umtala útlendingar, sum arbeiða her, sum “hasi fólkini” og samstundis hóttir ein av teimum mest grundleggjandi rættindunum undir okkara fólkaræði - trúarfrælsi.
Útlendingar, sum hava valt at byrja eitt nýtt lív her, skulu ikki gerast offur fyri rákapitalismu og vanvirðing. Tað er okkara skylda at tryggja, at tey verða vard, at tey skipa seg í fakfeløg, og at tey kenna síni rættindi.
Summi av teimum hava kanska arbeitt her leingi, men kenna ikki til annað enn 12-tímar arbeiðsdagar.
Tey halda vinnulívshjólini koyrandi - men fáa ikki tíð at læra málið, fáa ikki tíð at skapa sosial bond og fáa ikki tíð at gerast partur av tí samfelagi, tey halda uppi.
Signalini vit senda teimum eru mótsigandi: Vit hava brúk fyri tykkum og tit skulu læra tykkum málið - men samstundis standar dyrnar til felagsskapin læstar.
Noy, stríðið er ikki av!
Niðast á inntøkustiganum eru tey óarbeiðsføru, sum ongan góðan hava at lena seg uppímótur. Skúgvaði til viks og gloymd.
Tað er sum um, virðið hjá einum menniskja verður mált eftir arbeiðsføri og lønarseðli. Vit tosa um, at verja tann láglønta arbeiðaran - og tað er rætt - men samstundis gloyma vit tey, sum als ikki hava møguleika at arbeiða.
Vit liva við einum hugburði at óarbeiðsføri er nakað, ið rakar “hini”. Men sannleikin er, at tað kann raka okkum øll. Sjúka, vanlukka ella lívsumstøður kunnu broyta alt - og tá standa vit sjálvi í somu støðu.
Noy, stríðið er ikki av!
Spurningurin er tí greiður: Hvat slag av samfelagi vilja vit hava? Eitt samfelag, har virði verður mált í framleiðslu ella eitt samfelag, har menniskjað altíð hevur virði?
Tað er okkara ábyrgd, at øll - óansæð arbeiðsførleika - hava rætt til eitt lív við virðing. Tað er ikki ein luksus. Tað er ein grundleggjandi rættur.
Um vit ikki megna tað - hvat er so endamálið við vælferðarsamfelagnum?
Eg vil her til síðst, enda við einum brotið úr felagssanginum hjá Internationali;
”So fylkjast vit á vali,
Síðsta stríð er í nánd,
Og Internationali, ber sigurin í hond”
Ynski tykkum øllum ein framhaldandi góðan 1. mai.
Mynd; Páll Hellu











