Trump: Iran hevur enn ikki goldið nóg høgan prís

Trump fer í næstum at viðgera eitt uppskot frá Iran, men hann væntar ikki at kunna taka undir við tí, skrivar hann.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, tosaði í nátt okkara tíð við amerikansku pressuna, áðrenn hann fór umborð á flogfarið til Miami. Her varð hann millum annað spurdur, um hann umhugsaði at taka álop á Iran uppaftur. - Mynd: Nathan Howard

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer í næstum at viðgera nýggjasta uppskotið frá Iran, men hann kann ikki ímynda sær, at hann fer at kunna góðtaka tað.

Hetta skrivaði forsetin sunnunáttina okkara tíð í einum uppslagi á Truth Social.

– Eg fari skjótt at endurskoða ætlanina, sum Iran júst hevur sent okkum, men eg dugi ikki at ímynda mær, at hon verður góðkend, eftirsum tey enn ikki hava goldið nóg høgan prís fyri tað, tey hava gjørt við menniskjað og heimin seinastu 47 árini, skrivar Trump.

Sambært tíðindastovuni Reuters hevur Trump eisini tosað við journalistar um Iran í amerikanska statinum Florida.

Her varð hann spurdur av einum journalisti, um hann umhugsar at taka álop á landið uppaftur.

– Tað skal eg ikki siga. Eg meini, eg kann ikki siga hatta við ein journalist. Um tey bera seg illa at, um tey gera okkurt ringt, so mugu vit beint nú bíða og síggja. Men tað er ein møguleiki fyri, at tað kann henda, svaraði Trump.

Hann varð eisini spurdur av einum journalisti um eitt uppskot um avtalu frá Iran.

– Tey hava sagt mær konseptið í avtaluni. Tey vilja geva mær neyvu orðingina nú, svaraði Trump, sum var á veg umborð á flogfarið til stórbýin Miami.

Eftir fleiri vikur við kríggi og bæði iranskum og amerikanskum stongslum kring Hormuzsundið, eru USA og Iran í einari deyðstøðu.

Síðani fyrsti og higartil einasti fysiski fundurin millum eina iranska og eina amerikanska sendinevnd var í apríl í pakistanska høvuðsstaðnum, Islamabad, hevur eingin framgongd verið í samráðingunum.

Stríðið, sum USA og Ísrael byrjaðu síðst í februar, hevur verið í bíðistøðu síðani 8. apríl.

Trump hevur fleiri ferðir endurtikið, at Iran ongantíð má útvega sær kjarnorkuvápn. Fríggjadagin segði hann seg ikki vera nøgdan við seinastu noktanina frá Iran.

Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, sigur sambært Reuters, at Iran er til reiðar til diplomati, um USA broytir sína tilgongd til samráðingarnar.

 

/Ritzau/

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, tosaði í nátt okkara tíð við amerikansku pressuna, áðrenn hann fór umborð á flogfarið til Miami. Her varð hann millum annað spurdur, um hann umhugsaði at taka álop á Iran uppaftur. - Mynd: Nathan Howard