Rolling Stones váttar nýggja fløgu í juli

Rolling Stones hava leingi tosað um eina nýggja fløgu, og nú er útgávan staðfest

Rolling Stones gevur nýggja fløgu út.

Tað vátta limirnir í enska rokkbólkinum á sosiala miðlinum Instagram.

Sambært tíðindastovuni Press Association kemur nýggja fløgan, sum eitur "Freign Tongues", útgivin 10. juli.

Teir tríggir limirnir í bólkinum, sum eru eftir, Mick Jagger, Keith Richards og Ronnie Wood, deildu leygardagin partar av nýggja fløguhúsanu á sosialu miðlunum.

Bólkurin hevur teasað um útgávuna í fleiri mánaðir við kryptiskum uppsløgum á sosialu miðlunum og skeltum, skrivar tíðindastovan dpa.

"Freign Tongues" verður fyrsta fløgan hjá bólkinum síðani 2023, tá teir góvu út fløguna "Hackney Diamonds", sum millum annað fekk Grammy virðisløn.

Bólkurin hevur givið út yvir 20 studioútgávur síðani hann varð stovnaður í 1962.

 

/Ritzau/