Ein betri biti í súr­hoyggja­brunni­num

Í Bø reka hjúnini Jenny og Heri Guttesen matstovuna Fjósið. Í Fjósinum hevði Heri mjólkineyt, men tað var neyðugt at tillaga virksemið við neytunum, og tí stóð fjósið órøkt í nøkur ár. Heri og Jenny vildu ikki lata tað forfalla og fyri at fíggja kostnaðin til umvælingarnar av fjósinum, hava tey latið matstovu upp

 Heri Guttesen er bóndi, og hevði mjólkineyt í fjósinum. Fyri at fáa meira frítíð, legði hann virksemið saman við øðrum bónda, og í nøkur ár bleiv fjósið ikki brúkt.

 

- Fjósið hevur bara staðið og forfallið. Vit tosaðu um at umvæla, skifta takið, og klæða bygningin, fyri at tað ikki skuldi forfarast. Vit tosaðu eisini um at selja, men tað vildu vit ikki, sigur Jenny Guttesen.  

 

Tí fekk Heri hugskotið at hava matstovuvirksemi í fjósinum. Jenny var ivasom, tí hon visti at tað var hon sum fór at taka sær av matgerðini, hon hevði fulltíðarstarv í torninum á flogvøllinum, og tí dugdi hon ikki at síggja at hon fór at hava tíð til matstovuna í fjósinum. Tá tey greiddu frá hugskotinum, vísti tað seg, at familja og vinir bjóðaðu seg til at hjálpa.

 

- Tá hugsaði eg í lagið, vit eru ikki einsamøll um tað, so vit fara bara í gongd.

 

Jenny Guttesen fór niður í hálva tíð í starvinum á flogvøllinum, og latið varð upp á vetri í 2023.

 

Rávørur úr nærumhvørvinum

 

Jenny ynskti at fjósið skuldi líkjast sær sjálvum, betongveggirnir eru framvegis betongveggir, og loftið er tað sama, hóast nógv bleiv kjakast um tað skuldi skiftast við eitt snøggari loft.

 

- Eg segði nei, tí eg helt at tað skuldi síggjast at hetta hevði verið eitt fjós.

 

Fram við vindeygunum eru akustikpanel, sum bæði eru vøkur og góð fyri ljóðviðurskiftini. Uppundir loftinum hongur ein árabátur sum hevur verið partur av festinum. Báturin er smíðaður í 60unum og kann heysast niður úr loftinum. Hann hevur glas plátur at stilla matin á, soleiðis at hann kann brúkast sum sjálvtøkuborð.

 

- Vit hava tosað um báturin hóskar inn ella ikki, men úr gamlari tíð hevur landbúnaður og tað at hava bát hingið saman.

 

Í klædnarúminum kunnu gestirnir heingja jakkarnar á ein serligan knagga, tað er ein ríva sum abbi Jenny hevur gjørt. Taskurnar heingjast á eina barnarívu, abbin gjørdi hesar rívur, tá pápi Jenny var smádrongur, og tær hava ligið burturgoymdar í nógv ár.

 

Matstovan er í gamla súrhoyggjabrunninum, neytini stóðu niðriundir, og mjólkartangin stóð har sum vatnorkuverkið er, Heri og Jenny framleiða egnan streym úr Stórá, sum rennur beint við matstovuna.  

 

Nærum allur borðbúnaður og møblar eru keyptir í endurnýtslu, tí kann sigast at fjósið sjálvt og nógvir lutir hava fingið nýtt lív í matstovuni.

 

Í Fjósinum leggja tey stóran dent á at rávørurnar koma úr nærumhvørvinum.

 

Heri hevur ein haga við 128 áseyðum. Systkinabarnið hevur jørð í Gásadali, og haðani fáa tey eisini lambakjøt. Eisini hava tey highland neyt, sum eru eyðkend við sínum síða frunti og longu hornum, tó ikki so nógv, at kjøt altíð er til taks. Eplini velta tey oftast sjálvi, og til forrætt borðreiða tey við laksi.

 

-  Vit síggja aliringarnar úr vindeyganum, vit keypa laks frá Luna.

 

##med2##

 

Hummara fáa tey úr Kollafirði, og røtur verða keyptar úr Gásadali.

 

- Vit hava eisini hønur, men tær verpa ikki so nógv júst nú.

 

Sodavatn og øl er føroyskt, men vínið er sjálvsagt útlendskt.

 

Jenny heldur, at tað er hevur týdning at brúka tilfeingi sum er í nærumhvørvinum, bæði tí at tað er burðardygt, tí tað krevst nógv orka at flyta rávørurnar úr útlondum, og eisini tí at hon vil stuðla føroyskari framleiðslu.

 

- Summi spyrja eftir Kola og Pepsi Max, men eg vil heldur stuðla Føroya Bjór og Oy, enn Coca Cola. Gestirnir eru eisini glaðir, tá eg forklári tað fyri teimum, at vit royna at vera burðardygg, tí tað er nakað sum nógv hugsa nógv um, men sjálvandi ikki øll, summi eru líkaglað.

 

Er kræsin og tí skal maturin smakka væl

 

Jenny byrjaði at gera mat, tá hon flutti heimanífrá.

 

- Eg dugdi ikki serliga væl í fyrstuni, men eg eri nokkso kræsin, og tí vil eg at maturin smakkar væl, og tað havi eg altíð lagt meg eftir.

 

Borðreitt verður við lagtíðarsteikum lambskjøtið sum er marinerað. Jenny heldur at maturin liggur onkrastaðni ímillum tann gerandisliga matin, og tað fínaru matgerðina. Onkuntíð verða kokkar leigaðir inn, eitt nú Sonni Zachariassen, sum eisini starvast á matstovuni Fiskastykkið í Sandavági.

 

##med3##

 

Bæði føroyingar og útlendingar vitja matstovuna, tó eru flest føroyingar. Opið er bara eftir avtalu. Oftast verður leiga út til eitthvørt høvi. Frá mai til juni vitja nógv arbeiðspláss, sum eru á starvfólkaútferð. Um summari vitja útlendsk ferðafólk, og í november og desember eru jólaborðhald.

 

Heri og Jenny Guttesen hava eisini vinfólk, sum sigla við ferðafólki, og tey samstarva væl saman, tí nógv spyrja um mat eftir túrarnar, og tí bleiv skipað fyri at ferðafólkini komu á gátt í fjósinum.

 

Onkuntíð eru fyrispurningar komnir frá múgvandi útlendingum, sum vilja hava fimm rættir, og tá ræður um at gera mat sum teimum dámar, Jenny hevur gjørt rætt við røstum kjøti, og hon ivaðist um teimum mundi dáma ræsta smakkin, men útlendsku gestirnir góvu matinum góð skotsmál.

 

- Eg haldi ikki at fólk vænta tað stóra tá tey koma, kanska tí at tað eitur fjósið. Ofta gerast tey ovfarin, tí tey høvdu kanska sett væntanirnar lægri. Í fyrstuni visti eingin hvat hetta var fyri nakað, men besta reklaman er tá tú fær væl nøgdar gestir, sum fortelja tað víðari.

 

##med4##

 

Ætlanin var at Jenny skuldi arbeiða hálva tíð í eitt ár.

 

- Tá eg hevði verið 1,5 ár á hálvari tíð, segði eg at eg vil eisini tjena pengar, tí eg hevði ikki tikið mær nakra løn, tí fór eg uppá 80 prosent og arbeiddi 2-3 hvørt vikuskifti í Fjósinum.

 

Tvey tey seinastu sumrini hevur Fjósið havt opið sum kaffistova, síðsta summar var opið fimm dagar um vikuna, men hetta verður ikki gjørt aftur, orka er ikki tað tí um summari er nógv at gera á flogvøllinum, og tá arbeiðir Jenny fulla tíð.

 

Bygdarfólki í Bø eru glað fyri at hava høli til føðingardagar, konfirmatiónir og ervi.

 

- Vit taka ikki fullan prís frá teimum lokalu, og tey eru glað fyri at tey ikki noyðast av bygdini.

 

Familja og vinir eru góð at heita á. Onkuntíð er nakað av trýsti á, men oftast eru kvøldini hugnalig, og Jenny hevur hitt hópin av fólkið sum hava hildið veitslu í Fjósinum.

 

Jenny Guttesen fegnast um góðu gongdina, ætlanin hevur ongantíð verið at hetta skuldi verið ein verkætlan sum tey skuldu arbeiða við fulla tíð, málið var at matstovuvirksemið skuldi fíggja umvælingarnar av fjósinum.

 

- Vit gera hetta ikki fyri pengarnar, vit gera tað fyri at gjalda lánið, vit hava skift tak, og gjørt aðrar umvælingar, og so leingi vit fáa fyri tað eru vit nøgd

 

Ein áralangur dreymur um egið vatnorkuverk

 

At hava egið vatnorkuverk er nakað sum Heri Guttesen hevur droymt um í nógv ár. Tá hann var á landbúnaðarskúla í Noregi,  gjørdist hann hugtikin av at tað bar til at fáa grønan streym úr áum. Hetta var ókent í Føroyum tá, men í Noregi fekk hann nógva kunning. Í 2012 fekk hann loyvir frá kommununi, yvirfriðingarnevnd og Umhvørvisstovuni, men Umhvørvisstovan setti sum treyt, at vatnorkuverkið skuldi vera størri, og kunna framleiða meira streym enn tað sum Jenny og Heri høvdu hugsa sær, hetta tí at áin er so mikið stór. Hetta dýrkaði verkætlanina, og tað var ivasamt um Sev vildi keypa streymin, tí stóð verkætlanin still í nógv ár.

 

Endin bleiv at Sev játtaði at gjalda 75 oyru fyri kilovatttíman.

 

-  Tá fóru vit rokna út hvat fyri lán vit skulu hava, og um loyvini framvegis vóru galdandi,

 

##med5##

 

Tað hevur eisini verið ein long tilgongd at gera økið klárt, ein byrging er gjørd í dalinum, og  rørleiðingar lagdar.

 

- nú er tað endiliga komið í gongd. Tað koyrdi ikki við fullari megi beinanveg, og vit vistu ikki hvat var galið, men í síðstu viku funnu vit útav at ein steinur var einum røri, og tí máttu vit taka tað sundur og fáa steinin úr. Steinurin hevur gjørt at tað ikki farið so nógv ígjøgnum, sum tað eigur, men síðani hevur tað koyrt við fullari megi, og nú eru vit nøgd við skipanina.

 

Onkur hevur stúrt fyri at vatnorkuverkið fór at taka alt vatnið, men framvegis er nógv vatn í ánni, og Jenny vissar um at tað ongantíð hevur verið ætlanin at taka alt áarvatnið.  

 

- Vit eru sjálvi grannar við ánna, sjálvandi ynska vit ikki at hon liggur turr.  

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

vatnorkuverkið veitir matstovuni streym