Næstan 800 ára gamal: - Eg skalv tá eg sá ringin

Norskur serførðingur heldur, at gullringurin við flotta reydliga gimsteininum er frá 1200-talinum ella kanska frá tíðliga í 1300-talinum

Ongantíð áður hevði hobby-fornfrøðingurin úr Kristiansand í Noregi, Jan-Andre Fredriksen, funnið nakað so serstakt, sum tá ein ringur úr gulli og við flottari perlu dagaði fram í moldini.

 

Ringurin við reydliga gimsteininum, sum maðurin fann við metalleitara, var so púrasta heilur og at kalla óskalaður.

 

Sjálvur heldur Jan-Andre Fredriksen, at ringurin einaferð kann hava ligið í einari grøv - helst hjá onkum, sum hevur verið væl fyri og hevur átt dýrgripir.

 

Fornfrøðingar siga, at ein kirkjugarður kann hava verið í økinum, har ringurin er funnin, men tað er óvist, um ringurin nakrantíð hevur ligið í einari grøv. 

 

- Eg gjørdist skakaður. Hetta er kanska hin fyrsti intakti miðaldar gullringur, sum nakrantíð er funnin á norska suðurlandinum.

 

Í meira enn 25 ár hevur Jan-Andre Fredriksen havt tað sum sítt hobby at leita eftir søguligum lutum.

 

- Í fyrstani helt eg, at hetta var eitt petti av korki - ella eitt sjokolátupappír, og eg skalv, tá tað gekk upp fyri mær, at hetta var ein ringur.

 

Sjálvur hevur normaðurin funnið fleiri enn 1000 ymiskar søguligar lutir við sínum leitara, men hann heldur, at gullringurin er tað mest serstaka av øllum.

 

- Eg fór út í akurin at leita, júst eftir at plógvin hevði verið har. Møguleikin at finna eitt hvørt var helst størstur, nú moldin í lendinum var rivin upp.

 

Meðan hann leitaði, segði metalleitarin knappliga frá. 

 

- Ringurin lá kanska einar tíggju sentimetrar niðri í moldini, sigur hann.

 

##med2##

 

Serfrøðingar, sum hava kannað gullringin, siga, at hann er ektaður; hann er óskalaður og heilur.

 

- Tað er rættiliga sjáldan, at vit finna gullringar. Oftast eru ringarnir úr silvuri ella bronsju, sigur Alf Hammervold, ein av fremstu serfrøðingunum í Noregi á økinum.

 

Serførðingurin heldur, at gullringurin er frá 1200-talinum ella kanska frá tíðliga í 1300-talinum.

 

Ringurin, sum Jan-Andre Fredriksen fann, fer á eitt savn við fornaldarlutum.

 

Tað er ikki kent, hvussu nógv ringurin er verdur í pengum, og tað er heldur ikki greitt, um tað verður nøkur finningarløn til norðmannin, sum fann ringin.

 

Sjálvur sigur Jan-Andre Fredriksen, at tað er ikki finningarlønin, sum er motivatiónin, men heldur hansara áhugi fyri at varðveita søguna.

 

Kelda til greinina er norska kringvarpið, NRK.

 

##med3##