Orsøkin var roykur í flogfarinum.
Hetta skriva norskir miðlar í kvøld, eitt nú NRK og Tv2.no, og SAS er eisini komið við kunning um hendingina.
Sagt verður, at orsøkin til roykin var ein yvirupphitað berbar telda.
- Tikið varð hond um støðuna sambært teimum mannagongdum, sum eru, og skjótt varð funnið út av, hvør keldan til roykin var.
SAS sigur, at flogfarið lendi sum vanligt aftur í Aberdeen, har sløkkiliðið tók sær av telduni.
Eingin fólkaskaði stóðst av hendingini.
Í kvøld skuldi støða takast til, um flogfarið skuldu halda fram við ferðini úr Aberdeen til Stavanger.
- Trygdin hjá okkara ferðafólki og manning hevur altíð fremstu raðfesting, skrivar SAS um hendingina í kvøld.











