Ari og liðfelagarnir halda uppflytingarkósina

Vendsyssel FF eru nú ósigraðir í níggju dystum á rað

Ari Olsen hevur framvegis ikki roynt at tapt ein kappingardyst við Vendsyssel FF í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Í dag gjørdist talan um 4-1 stórsigur á HIK á heimavøllinum í Hjørring.

 

Lasse Steffensen legði heimaliðið á odda longu í sjeynda minutti. 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá HIK javnaði til 1-1. Løtu seinni skoraði Vendsyssel trý mál upp á níggju minuttir. Tann í Føroyum væl kendi Emil Grønn Pedersen, Mads Lauritsen og Malthe Holt syrgdu fyri málunum.

 

Vendsyssel liggur á einum uppflytingarplássi. Teir eru næstfremst í ovara endaspælinum við 48 stigum, trý stig frammanfyri Næstved. AB er greitt oddalið við 56 stigum.

 

Hørður H. Askham var á vøllinum seinastu løtuna, tá lið hansara tapti 0-1 fyri Thisted, ið skoraði sigursmálið beint undan steðginum. 

 

Roskilde er næstaftast í ovara endaspælinum við 37 stigum.