Liðið hjá Jóan Símuni hevur enn fyrsta sigurin til góðar

KA hevur bert eitt stig aftaná fýra umfør

Í kvøld fekk landsliðsveteranurin, Jóan Símun Edmundsson 20 minuttir á vøllinum, tá lið hansara, KA var fyri 1-2 tapi í heimadysti móti gamla liðnum hjá Símuni Samuelsen, Keflavík.

 

Oliver Heiðarsson legði KA á odda í 31. minutti, men beint undan steðginum javnaði Keflavík. Klokkan vísti 60 minuttir tá sigursmálið hjá Keflavík var skotið.

 

KA hevur bert eitt stig aftaná fýra tey fyrstu umførini.

 

Komandi leygardag klokkan 17 spælir KA grannauppgerð á útivølli móti býsbørnunum, Þór.