Maria Jacobsen hevur skrivað lesarabræv, sum hon kallar "Kirkjugarðurin í Sandavági – uttan byggiloyvi”. Hon hevur fýlst á, at tað hevur valdað tøgn um tað, sum hon hevur ført fram, men nú hevur borgarstjórin í Vága kommunu, Bjarni Prior, gjørt viðmerkingar til ymiskt av tí, sum Maria førir fram.
Hon hevur víst á, at Vága kommuna er í holt við at útbyggja kirkjugarðin í Sandavági - uttan byggiloyvi, uttan loyvi frá friðingarmyndugleikum og uttan ognarskap yvir lendinum, har útbyggingin fer fram. Á heimasíðuni hjá Vága kommunu sigur borgarstjórin, at hesir pástandin eru beinleiðis skeivir.
- Vága kommuna hevur fingið loyvi frá lokalu friðingarnevndini, dagfest 13. august 2025 og sum varð staðfest av yvirfriðingarnevndini við avgerð hin 1. desember 2025.
Byggiloyvið til kirkjugarðin varð viðgjørt og samtykt á fundi í teknisku nevnd hin 12. februar 2026.
Borgarstjórin sigur, at Vága kommuna eisini hevur ognarskap yvir økið, har útbyggingin fer fram.
- Hóast tað ikki er skrásett hjá Tinglýsingini enn, so hava allir eigararnir undirskrivað bindandi skeytir, har eigararnir selja tann partin, sum Vága kommuna skal brúka til kirkjugarð. Tískil eru eigaraviðurskiftini eisini í ordan, hóast nøkur formlig viðurskifti enn ikki eru komin uppá pláss viðvíkjandi tinglýsing.
Og borgarstjórin, Bjarni Prior, endar sínar viðmerking til tað, sum Maria Jacobsen hevur ført fram, soleiðis:
- Vága kommuna kann vissa allar borgarar um, at øll viðurskifti við útbygging av kirkjugarðinum í Sandavági eru í lagi, og øll neyðug loyvi eru fingin til vega. Hava borgarar ivamál ella spurningar til málið eru teir vælkomnir at venda sær til kommununa.
Lesið eisini: Skjót boðberan!
https://www.in.fo/news-detail/skjot-bodberan











