Konsert í pumpu­brunni­num í Eystur­oyar­tunlinum

Fríggjakvøldið var ein serstøk konsert í Eysturoyartunlinum

Í samband við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu høvdu fólk møguleika at vitja í Eysturoyartunlinum. Skipað var fyri tveimum konsertum, sum báðar vórðu útseldar. 

 

Fríggjakvøldið 24. apríl koyrdu bussar úr Runavík niður í tunnilin. Farið varð inn í pumpubrunnin Eysturoyarmegin, og umframt at sleppa at hyggja at rúminum, fingu áhoyrararnir eina forkunnuga framførslu við Herfinni Árnafjall, operasangara, og Hans Petur í Brekkunum, sum spældi á saxofon.

 

Síðani fingu áhoyrararnir kunning um pumpubrunnin og trygdina í Eysturoyartunnlinum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##