Í 22 dystum fyri THW Kiel í bundesliguni hetta kappingarárið hevur 23 ára gamli hoyvíkingurin, Elias Ellefsen á Skipagøtu skotið 152 mál, og hann hevur lagt upp til 70 mál. Hann hevur sostatt 222 málstig í 22 dystum, also meir enn 10 málstig í miðal pr. dyst, og hann er nógv saknaður á vøllinum, nú THW Kiel skal í holt við endaspurtin.
Aftaná at hava verið uttanfyri nakrar dystir í februar, so fór Elias aftur á vøllin fyri THW Kiel í mars. Tað vísti seg at vera ein skeiv avgerð: - Eg fór alt ov tíðliga í gongd aftur við at spæla dystir. Tað veit eg nú, og tað er nakað lort. Staðfestir Elias í samrøðu við norðurtýska miðilin, Schleswig-Holsteinische Zeitung.
- Viðhvørt hava eg meira pínu, viðhvørt minni pínu - men skaðin hvarv ongantíð heilt. Eg má hvíla nú fyri at kunna lekja skaðan, og fyri at sleppa ordiliga av við hann. Sigur Elias í samrøðuni við við Schleswig-Holsteinische Zeitung.
Hjá THW Kiel kemur tað illa við, at Elias ikki verður við til endaspurtin í týsku bundesliguni, og til teir avgerandi dystirnar í EHF European League, har tvær fjórðingsfinalur móti kroatiska liðnum, Nexe eru á skánni. Í ringasta føri kann THW Kiel enda uttanfyri topp-5, og sostatt ikki sleppa út í Evropa komandi kappingarár, ið hevði verið eitt stórt afturstig fyri sigursvanda og stolta felagið.











