Sambært uppskotnum hjá Akseli V. Johannesen, fíggjarmálaráðharra, sum er latið løgtinginum, verður tað bíligari at keypa bensin og diesel á bilarnar, men á hesum sinni verður einki gjørt við húsarhaldsoljuna.
- Tað fyrsta, eg fari at gera, nú oljuprísirnir eru so høgir, er at lækka oljuavgjaldið eitt sindur í eitt tíðarskeið, so olja og bensin verður bíligari hjá fólki at keypa.
Soleiðis segði Aksel V. Johannesen við in.fo, tá hann júst varð tilnevndur fíggjarmálaráðharri. Tá varð tosað um bæði bensin og diesel - og húsarhaldsolju.
Men, við útvarpið í gjárkvøldið segði fíggjarmálaráðharrin, at tey í landsstýrinum hava valt at halda seg til bensin og diesel, tí tað er so tvørligt við húsarhaldsolju.
- Hetta hevur verið viðgjørt, men mælt verður frá at taka húsarhaldsoljuna við, tí tað er meira kompliserað.
Aksel V. Johannesen vísti á, at fólk hava fast mánaðarligt gjald, sum verður regulerað eina ferð um árið.
- Vit tosa um tríggjar mánaðir, og tí fáa øll ikki gagn av tí, um tað verður gjørt tað sama við húsarhaldsoljuna. Tí hava vit hildið okkum til bensin og diesel, segði hann.
Við uppskotinum hjá fíggjarmálaráðharranum lækka bensin og diesel við 20 prosentum, tí mvg'ið, sum er 25 prosent, verður tikið av, og lógin verður tíðaravmarkað til at fara úr gildi aftur hin 31. juli í ár.
- Eg dugi ikki at síggja nakað kompliserað í eisini at taka mvg'ið av húsarhaldsoljuni í sama tíðarskeiði, sum fyri bensin og diesel. Tað eigur ikki at vera nakar munur.
Tað sigur Tórhallur Thomsen, stjóri í Thomsen Oljuveiting, sum selur væl bíligari húsarhaldsolju - og olju til vinnuna - enn bæði Effo og Magn gera.
Hyggja vit eftir prísunum á gassolju í dag hjá Effo og Magn, selja bæði feløgini oljuna fyri 12,063 krónur liturin, meðan gassoljan hjá Thomsen Oljuveiting í dag verður seld fyri 10,25 krónur fyri liturin.
Tórhallur Thomsen sigur, at tey bjóða útkoyring á fastlandinum, og hetta er prísurin, tá fólk keypa 700 litrar og meira. Er veitingin minni enn 700 litrar, verður eitt avgreiðslugjald á 350 krónur tikið.
- Vit bjóða bæði sjálvvirkandi áfylling, og vit bjóða eisini hitatænastu, sigur hann.
Thomsen Oljuveiting hevur higartil bara havt ein oljubil, men um 14 dagar fær felagið ein bil aftrat, soleiðis at bilarnir verða tveir, og veitingarkapasiteturin verður tvífaldaður.
- Vilja viðskiftafólk hava fatur í okkum, svara vit hvønn dag alt árið, og vit svara alt samdøgnið. Vit veita bæði húsarhaldsolju og olju til vinnu, sigur Tórhallur Thomsen.
Hyggja vit eftir bensin-og dieselprísunum hjá Effo og Magn í dag, eru prísirnir júst teir somu hjá báðum veitarunum. Besinið kostar 12,89 og diesel 13,30 krónur fyri liturin.










