Tey fýra høvdu leigað sær eina smáttu við sjóvarmálan í Lofoten.
Tá kvøldið kom, og tey høvdu lagt seg, tók ein hvirla bæði smáttu og ferðafólk upp av fundamentinum og til havs.
Til alla lukku læt eingin lív í ógvusligu hendingini, men nøkur av ferðafólkunum fingu løstir.
Trý fólk eru dømd fyri at hava bygt smáttuna - uttan, at hon varð nóg væl ankrað í lendinum.
Málið um endurgjald til tey fýra fronsku ferðafólkini koyrir framvegis í norsku rættarskipanini.
Norska kringvarpið - NRK - hevur skift orð við tvey av ferðafólkunum um traumatisku hendingina.
- Vit føldu, at smáttan varð lyft upp av fundamentinum, og tað kendist, sum vit flugu ígjøgnum luftina, sigur ferðafólkið.
##med2##
Alt hendi ógvuliga knappliga.
- Eg náddi tó at hugsa, at nú doyggja vit, sigur Vincent Dussauze, sum NRK hevur skift orð við.
Øll søgan um ógvusligu hendingina og rættarmálini, sum stóðust av hesum, kann lesast á leinkjuni her niðanfyri:











