Bashar al-Assad er dømdur til deyða í Sýria

Yngri beiggi fyrrverandi forsetans, Maher Assad, og eitt systkinabarn fingu eisini deyðadóm í Sýria í dag

Fyrrverandi sýriski forsetin, Bashar al-Assad, er dømdur til deyða in absentia, sum tað verður rópt. 

 

Hetta merkir, at hann er dømdur til deyða - uttan at vera fysiskt til staðar. 

 

Tá Bashar al-Assad varð rikin frá valdinum í Sýria, veitti Russland honum friðskjól.

 

NTB veit at siga, at eisini yngri beiggi fyrrverandi forsetans, Maher Assad, og eitt systkinabarn fingu sama dóm.

 

Hetta hendi við ein sýriskan dómstól í dag, og sagt verður, at systkinbarnið, Atef Najib, var fysiskt til staðar, tá dómurin fall.

 

- Báðir Assad-brøðurni vórðu funnir sekir í krígsbrotsverkum og brotsverkum móti mannaættini undir 14 ára langa borgarakrígnum í Sýria.

 

Atef Najib, sum var hernaðarleiðari í Assad-stjórnini, varð dømdur fyri brutala atferð móti andstøðuni í sýriska Deraa-landslutinum fyri borgarakríggið.

 

Tað var í desember, at Bashar al-Assad varð trýstur at geva valdið frá sær, og eftirmaður hansara gjørdist islamisturin, Ahmed al-Sharaa.

 

- Fyrrverandi forsetin flýddi saman við familju síni til Moskva, og tað sama gjørdi beiggi hansara eisini, veit NTB at siga.