Parkeringsøkið stongt til Ljósfest

- Víst verður til onnur almenn parkeringsøkir í Vági fram til týsdagin hin 18. august

 

Týsmorgunin 11. august, sum er í morgun, verður parkeringsøkið við SEV-húsið í Vági stongt í samband við fyireikingarnar til Ljósfest.

 

- Vit heita á bileigarar um at flyta bilarnar av økinum seinast týsmorgunin klokkan 8. 

 

Í Vága kommunu vænta tey, at parkeringsøkið helst verður stongt til týsdagin hin 18. august.

 

- Í hesum tíðarskeiði verður víst til onnur almenn parkeringsøkir í Vági, verður lagt aftrat.

 

Um løðing av el-bilum verður sagt soleiðis:

 

- El-bilaeigarar hava atgongd til løðistøðina hjá SEV fram til fríggjadagin hin 14. august klokkan 18, tá Ljósfest fer í gongd.

 

At enda verður sagt, at atgongd verður aftur til løðistøðina sunnukvøldið.