Vilja hækka orkuískoytið úr 5.000 upp í 12.000 krónur

400 til 500 føroysk húski kunnu fáa 12.000 krónur í orkuískoyti, um Løgtingið samtykkir uppskotið, sum Trivnaðarnevndin viðger í dag. Samstundis skulu fleiri húski sleppa inn í skipanina.

Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur í dag sett stóran part av degnum av til at viðgera uppskotið um at hækka orkuískoytið til fíggjarliga sperd húski.

 

Talan er um eina munandi hækking. Orkuískoytið, sum eftir galdandi reglum er 5.000 krónur í 2026, verður sambært uppskotinum hækkað upp í 12.000 krónur.

 

Samstundis verður inntøkumarkið hækkað úr 300.000 krónum upp í 350.000 krónur, so fleiri húski fáa møguleika at søkja um ískoytið.

 

Ognarmørkini verða eisini hækkað. Hjá húskjum við einum ella tveimum vaksnum hækkar markið úr 50.000 upp í 70.000 krónur, meðan tað hjá húskjum við trimum vaksnum ella fleiri hækkar úr 70.000 upp í 90.000 krónur.

 

400 til 500 húski

 

Í 2025 vóru tað góð 400 húski, sum fingu orkuískoyti. Uppskotssetararnir meta, at millum 400 og 500 húski fara at fáa rætt til hækkaða ískoytið í ár.

 

Tað fer sambært uppskotinum at kosta landskassanum 3,8 milliónir krónur í 2026.

 

Uppskotssetararnir vísa á, at serliga lesandi, fólka- og fyritíðarpensjónistar og stakir uppihaldarar, sum arbeiða niðursetta tíð, eru millum láginntøkubólkarnar, sum kunnu fáa ágóða av broytingunum.

 

Orsøkin til uppskotið er hækkandi oljuprísurin. Sambært viðmerkingunum raka hækkandi orkuprísir serliga meint tey, sum hava lágar inntøkur og minni fíggjarligt rásarúm. Hesi hava eisini verri møguleikar at gera íløgur í aðrar orkuskipanir.

 

Alternativ til mvg-frítøku

 

Uppskotið verður eisini sett upp sum eitt alternativ til ætlanina hjá landsstýrinum um generella mvg-frítøku av bensini og diesel.

 

Sambært uppskotssetarunum hevði tann skipanin kostað umleið 20 milliónir krónur, meðan hækkaða orkuískoytið kostar 3,8 milliónir.

 

Teirra niðurstøða er tí, at uppskotið um orkuískoyti kostar landskassanum 16,2 milliónir krónur minni, samstundis sum stuðulin verður málrættaður teimum húskjum, sum hava lægstu inntøkurnar.

 

Nógv fólk innkallað í dag

 

Trivnaðarnevndin byrjaði fundin klokkan 9 í morgun, og ein røð av feløgum eru innkallað í sambandi við málið.

 

Landsfelag Pensjónista skuldi inn klokkan 9.15, Áhugabólkur Pensjónista klokkan 9.35 og Felag hjá fyritíðarpensjónistum klokkan 10.

 

Síðani vóru Barnabati, Sosialráðgevarafelagið og Samtak á skránni.

 

Klokkan 13 skal landsstýrismaðurin í fíggjarmálum á fund við nevndina, og klokkan 13.30 er landsstýriskvinnan í almanna- og bústaðamálum innkallað saman við Almannaverkinum.

 

Freistin at søkja um orkuískoytið verður eftir uppskotinum eisini longd úr 30. juni til 1. oktober 2026. Vanliga viðgerðartíðin hjá Almannaverkinum er sambært uppskotinum umleið 14 dagar.

 

Uppskotið er lagt fram av Sirið Stenberg, Bjørg Brynhildardóttir Egholm, Høgna Hoydal, Liljan Weihe, Hervør Pálsdóttir, Eiriki í Jákupsstovu og Sámal Peturi í Grund.