Myndugleikarnir í Beijing fyrireika seg til sera stórar regnmongdir, tá væta frá ódnini Dolphin møtir kaldari luft yvir norðara parti av Kina.
Sambært Reuters verður roknað við, at regnið av álvara fer at gera um seg týskvøldið og heldur fram til hósdagin.
Veðurstovan í Beijing væntar meira enn 100 millimetrar av regni eftir seks tímum og meira enn 150 millimetrar eftir einum samdøgri.
Í fleiri býarpørtum kann avfallið fara upp um 200 millimetrar eftir 24 tímum. Tað svarar til meira enn ein triðing av miðal avfallinum um árið í Beijing, sum er 528 millimetrar.
Í fjallalenda Mentougou-økinum vestan fyri Beijing hava myndugleikarnir sett hægsta tilbúgvingarstig í gildi fyri vatnflóð. Fólk verða biðin um at halda seg innandura, um tað ikki er neyðugt at fara út, og halda seg burtur frá fjallaøkjum og áum.
Ódnin Dolphin flutti seg týsdagin longri inn yvir land og inn í miðkinesiska landslutin Hubei. Ferðavinnuøki eru stongd, og byggiarbeiði er steðgað.
Sambært Reuters er Dolphin harðasta ódnin, sum hevur rakt Kina í ár.
Meira enn 1.000 neyðskýli eru latin upp. Fleiri túsund flogferðir og hundraðtals ferjuferðir eru avlýstar, og tokferðslan er eisini ávirkað.
Dolphin hevur eisini gjørt um seg á Filipsoyggjunum og í Taiwan.










