Eitt flogfar hjá Porter Airlines, sum skuldi til Toronto í Kanada, noyddist hósdagin at venda aftur til terminalin.
Orsøkin var, at eitt smábarn ikki vildi sita í trygdarbelti.
Flogfarið var farið út á breytina á Victoria International Airport í Kanada, tá manningin legði til merkis, at eitt smábarn stóð uppi í sínum setri.
Bæði foreldur og manning royndu at fáa barnið at binda seg í trygdarbelti, men til fánýtis. Barnið varð ikki at tosa við.
- Eitt lítið barn stóð uppi í setrinum og vildi ikki lata seg binda. Flogfarið kundi ikki fara avstað undir hesum umstøðum.
Soleiðis sigur flogfelagið sambært CTV News.
Úrslitið varð, at manningin í flogfarinum tískil noyddist at koyra innaftur til terminalin fyri at fáa ferðafólkini, sum áttu barnið, úr flogfarinum.
Familjan fór úr flogfarinum, men arbeiðið við eitt nú at fylla út neyðug skjøl tók so mikið langa tíð, at flogferðin dró út.
Tá flogfarið endiliga kundi farið avstað aftur, varð flogbreytin stongd, og tískil mátti fráferðin til Toronto útsetast, og hetta harmast tey í Porter Airlines sjálvsagt um.
Flogfelagið upplýsir á sínum heimasíðum, at smábørn undir tvey ár, sum hava egið setur, skulu sita í góðkendum barnasetri - ella brúka aðra trygdarútgerð undir flúgving.











