Karl og hansara menn vunnu í Trongisvági

1. DEILD: Nú er TB nærri niðurflytingarplássi, enn tvøramenn eru plássi, sum ber uppflyting við sær

Tað endaði við 3-0 sigri til gestirnar, tá ið Karl Løkin og hansara menn í ÍF seinnapartin vóru gestir hjá TB í Trongisvági. Úrslitið ber við sær, at ÍF, nú tveir triðingar av kappingini eru lagdir aftur um bak, hevur 17 stig a fjórða plássi, og at tað eru átta stig fram til FC Suðuroy, sum er á triðja plássi, og sum er besta boðið upp á lið, sum saman við favorittunum í B71 fer at flyta upp.’TB tapið í dag ber við sær, at TB eftir 18 umfør hevur 22 stig, og at tað eru fimm stig aftur til niðurflytingarpláss. HB er á níggjunda plássi við 17 stigum.

 

Um eina viku fer TB at spæla á útivølli ímóti B36, og tá fer ÍF at eiga heimadyst ímóti Víkingi.

 

Øll málini í Trongisvági í dag vórðu skorað í seinna hálvleiki.

 

Ein lítil tími var farin, tá ið ÍF setti hol á. Málskjútti var Atli D. Petersen, sum skoraði annað vikuskifti á rað, og nú hevur skorað fimm mál í ár. Smáar tíggju minuttir seinni var tað Mikkel Elbæk Jakobsen, sum tvífaldaði ÍF leiðsluna. Hetta var aðru ferð í ár, at 27 ára gamli framrættaði danski miðvallarin var ÍF málskjútti. Innskifti Bogi á Reynatrøð staðfesti 3-0 ÍF sigurin. Hetta var aðru ferð, síðani hann í summar flutti úr Víkingi og til ÍF, at 20 ára gamli Bogi á Reynatrøð var málskjútti. Hann skoraði eisini fyri einari viku síðani, tá ið ÍF á heimavølli vann 3-1 ímóti EB/Streymi.

 

ÍF hevði seks spælarar á beinkinum, og allir fimm útispælararnir vórðu skiftir inn. Teirra millum var Jóhannus Eli Lambaa, sum tríggjar minuttir undan leikloki fyri fyrstu ferð varð skiftur inn á besta ÍF liðið.

 

Hjá TB vóru bara tríggir spælarar á beinkinum. Ein teirra var 35 ára gamli Heine Mortensen, sum eitt korter undan leikloki fyri fyrstu ferð í ár varð skiftur inn.

 

Hetta var fimti ÍF sigurin, síðani Karl Løkin mitt í apríl tók við venjarastarvinum í Fuglafirði. Fimm ferðir er tað endað javnt, og tríggjar ferðir hevur ÍF tapt.