Stór løgreglu­at­sókn í Fuglafirði

Nógv løgregla hevur verið til staðar í Fuglafirði í sambandi við eina hending, sum løgreglan enn ikki vil upplýsa nærri um.

Fleiri politibilar, sjúkrabilar og sløkkiliðsbilar vóru á staðnum, og sambært upplýsingum, sum in.fo hevur fingið, vóru eisini vápnað løgreglufólk við í átakinum. Løgreglufólk hava flogið við dronu í fleiri tímar yvir búðarøkinum.

 

In.fo hevur verið í sambandi við Føroya Politi, sum váttar, at »ein hending er í Fuglafirði«, men løgreglan kann í løtuni ikki siga meira um, hvat er hent – og fer heldur ikki at greiða nærri frá í kvøld, verður upplýst av politistøðini í Havn.

 

Vegurin, har hendingin fór fram, hevur eisini verið sperraður, og fólk sluppu ikki til hús, frættu vit úr Fuglafirði. Men nú er vegurin ikki stongdur longur, og fólk eru sloppin til hús. Málið tykist tó vera álvarsamt, tí løgreglufólk standa framvegis á varðhaldi við húsini, har »hendingin« fór fram.