Í dag er ein stórur dagur hjá hundraðtals føroyskum børnum. Tilsamans 802 børn byrja í 1. flokki kring landið, sambært fyribils hagtølum frá Undirvísingarstýrinum.
Størstu tal av 1. floksnæmingum er á Skúlanum á Fløtum í Havn, har 86 børn byrja. Síðani kemur Skúlatrøð í Klaksvík við 62 næmingum, meðan Runavíkar Kommunuskúli hevur 60 børn í 1. flokki.
Sankta Frans Skúli tekur ímóti 48 nýggjum næmingum, Eysturskúlin hevur 46, Skúlin á Argjahamri 45 og Skúlin við Løgmannabreyt 44. Á Skúlanum á Giljanesi byrja 37 børn, og bæði Hoyvíkar Skúli og Skúlin í Eysturkommunu hava 34 næmingar í 1. flokki.
Saman við teimum stóru skúlunum eru eisini fleiri smáir bygdaskúlar, har bert fá børn byrja í skúla í ár. Tað merkir, at fyrsti skúladagurin verður sera ymiskur kring landið – frá stórum árgangum við fleiri flokkum til smáar flokkar við fáum næmingum.
Fyrsti skúladagurin er ein serligur merkisdagur hjá børnunum, foreldrum og lærarum. Nógv børn fara í skúla fyri fyrstu ferð, og kring landið eru skúlar og foreldur til reiðar at taka ímóti teimum nýggju næmingunum.
##med2##
Minnstu 1. flokkarnir í Føroyum:
##med3##
Munurin á teimum størstu og minstu 1. flokkunum er stórur. Meðan 86 børn byrja í 1. flokki á Skúlanum á Fløtum, byrjar bert eitt barn í Haraldssunds skúla. Í Húsar-Syðradals skúla eru tvey børn í 1. flokki, í Nólsoyar skúla trý, og bæði Kaldbaks og Velbastaðar skúli hava fýra nýggjar næmingar.














