Í annaðkvøld klokkan 18.30 byrjar seinni dysturin í triðja undanumfarinum í Conference League millum NSÍ og sveisiska liðið, FC Lugano.
FC Lugano vann fyrra dystin 2-0. Dysturin verður leiktur á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Tað verður ein írskur dómari, ið kemur at leiða uppgerðina millum NSÍ og FC Lugano.
Talan er um 35 ára gamla íran, Robert Hennessy. Hann hevur verið altjóða dómari síðani 2017, og hevur tí væl av altjóða royndum. Hann hevur dømt 62 altjóða dystir í UEFA-høpi.
NSÍ (FRO) vs. LUGANO (SUI)
Dómari: Robert Hennessy IRL
Hjálpardómari 1: Dermot Broughton IRL
Hjálpardómari 2: Emmett Dynan IRL
Fjórði dómari: Aaron O’Dowd IRL
VAR dómari: Christian-Petru Ciochirca AUT
VAR hjálpardómari: Sara Telek AUT
UEFA dómaraeygleiðari: Sven Bindels LUX
UEFA umboð: Vaidotas Zajarskas LTU










