Astrið Breckmann, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, heldur, at bløð sum Kvinna eiga at sleppa undan mvg.

Vil hava mvg-frítøku til føroysk viku- og mánaðarbløð

Løgtingskvinnan Astrið Breckmann hevur sett landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Akseli V. Johannesen, ein skrivligan fyrispurning um meirvirðisgjald á føroyskum viku- og mánaðarbløðum.

Astrið Breckmann, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, heldur, at bløð sum Kvinna eiga at sleppa undan mvg.

Hon spyr, hví føroysk viku- og mánaðarbløð ikki eru fevnd av undantakinum frá meirvirðisgjaldi, soleiðis sum vanlig tíðindabløð eru sambært lógini um meirvirðisgjald.

 

Samstundis spyr hon, um landsstýrismaðurin ætlar at taka stig til at broyta lógina, so føroysk magasin eisini verða undantikin meirvirðisgjaldi.

 

Í viðmerkingunum vísir Astrið Breckmann á, at hon nýliga hevði fund við blaðið Kvinna, har eigararnir greiddu frá, at mvg-skipanin leggur eina óneyðuga fíggjarliga byrðu á útgávuna.

 

Hon heldur, at føroysk viku- og mánaðarbløð hava stóran týdning fyri føroyska málið, mentanina og sjálvsfatanina. Tey framleiða føroyskt tilfar, skjalfesta samtíðina og skapa rúm fyri søgum, kjaki og mentan á føroyskum.

 

Løgtingskvinnan vísir eisini á, at Føroyar hava upplivað ein álvarsaman blaðdeyða seinastu árini, og at tað tí eigur at vera eitt mál at skapa betri karmar fyri teimum fáu føroysku viku- og mánaðarbløðunum, sum eru eftir.

 

Sambært Astrið Breckmann hevði ein mvg-frítøka havt avmarkaðar fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan, tí talið av føroyskum viku- og mánaðarbløðum er lítið. Hinvegin heldur hon, at betri treytir kundu gjørt tað lættari at stovna og reka nýggj føroysk magasin.

 

– Um fleiri viku- og mánaðarbløð komu aftur til lívs, gjørdust vit mentanarliga ríkari, skrivar Astrið Breckmann í viðmerkingunum til fyrispurningin.

 

Astrið Breckmann, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, heldur, at bløð sum Kvinna eiga at sleppa undan mvg.