Áki D. Samuelsen, Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Mjällby sleppa ikki at spæla røkk støkk dystir um at vinna seg í deildarspælið í Champions League.
Í triðja undanumfarinum tapti Mjällby eisini seinna dystin fyri gomlu slovakisku kenningunum hjá KÍ, Slovan Bratislava.
Slovan Bratislava vann 2-0 á heimavølli í kvøld. Í farnu viku vunnu teir 2-1 í Hällevik, og sostatt ein samlaðan 4-1 sigur.
Áki var á vøllinum allan dystin. Martin kom á vøllin í 87. minutti. Í 12. minutti hevði Áki ein góðan málmøguleika, men bólturin fór tíverri framvið málinum.
Slovan Bratislava hevði bóltin meira, og teir høvdu fleiri málmøguleikar enn Mjällby. Størsti skaðin hjá Mjällby var helst, at teir ikki vunnu dystin á heimavølli.
Mjällby fær nú møguleikan í tveimum røkk støkk dystum at vinna seg í deildarspælið í Europa League. Kiksar tað skulu teir spæla í deildarspælinum í Conference League.
Leygardagin klokkan 14 taka teir í Mjällby móti oddaliðnum í Allsvenskuni, Sirius úr Uppsala á heimavøllinum í Hällevik.










