Næmingar á Glasi órógva ferðsluna í morgun

Ferðsluruðuleikin er á Marknagilsvegnum í Havn, tí næmingar á Glasi hava skulkidag

Savnsmynd/tilgjørd mynd

Hesa tíðina á árinum er vanligt við skulkidøgum á miðnámsskúlum. Tað er dagurin, tá næmingarnir, sum nærkast endaligu próvtøkuni, halda, at tey eiga at órógva ferðsluna.

Tað byrjaði á Hvítanesvegnum í Hoydølum fyri eftir hondini nógvum árum síðani. Tá var avleiðingini eisini størri, tí tá steðgaði øll ferðslan, ikki bara úr Hoyvík, men øll ferðslan av bygd til Havnar púrasta upp. 

Í Marknagili er eitt sindur ørðvísi, men har eru nógvir bilførarar fangaðir í ferðslutøppum og sleppa hvørki aftur ella fram.

Løgreglan sigur, at tey eru á staðnum í morgun við tveimum patruljum. 

– Vit fáa ikki gjørt so nógv, men vit halda eyga við teimum og eru klár at grípa inn, um okkurt vísir seg, sigur vaktleiðarin sum leggur afturat, at øll heldur ikki eru edrú.

Tað er serliga á økinum millum Mark og Bónus, at hetta gongur fyri seg, og tað merkir eisini, at ferðslan av Havnarvegnum og tunlinum eisini er órógvað.

– Vit vóna, at hetta hæsar av hvørja løtu, sigur vaktleiðarin.

 

 

Savnsmynd/tilgjørd mynd