Druzhba oljuleiðingin í Ungarn í 2022. Hon gongur gjøgnum Ukraina og hevur verið stongd síðani januar, tá Ukraina segði seg vera rakt av einum russiskum dronuálop. (Savnsmynd). - Mynd: Attila Kisbenedek/Ritzau Scanpix

Slovakia: Olja rennur væntandi gjøgnum Druzjba hósdagin

Ungarn hevur áður lovað at sleppa sínumt veto móti umfatandi ES-lánum til Ukraina, tá oljan rennur gjøgnum Druzjba-leiðingina

Druzhba oljuleiðingin í Ungarn í 2022. Hon gongur gjøgnum Ukraina og hevur verið stongd síðani januar, tá Ukraina segði seg vera rakt av einum russiskum dronuálop. (Savnsmynd). - Mynd: Attila Kisbenedek/Ritzau Scanpix

Væntandi fer olja at renna aftur gjøgnum oljuleiðina Druzjba úr Ukraina til Slovakia hósmorgunin.

Tað upplýsir búskaparráðharrin í Slovakia, Denisa Sakova, sambært Reuters.

Fráboðanin kemur sama dag, sum ríkis- og stjórnarleiðarar í ES hittast til ein óformligan toppfund á Kýpros.

Rørleiðingin, sum veitir Ungarn og Slovakia russiska olju, hevur verið eitt stríðspunkt millum serliga Ukraina og Ungarn.

Hon gongur gjøgnum Ukraina og hevur verið stongd síðani januar, tá Ukraina segði seg vera rakt av einum russiskum dronuálop.

Enn verður einki sagt um, nær oljan eisini væntandi fer at streyma móti Ungarn aftur.

Væntanin hevur verið, at tá oljan byrjar at renna, fer tað helst at føra til, at Ungarn tekur vetoið av einum ES-láni uppá 90 milliardir evrur til Ukraina.

Sama er galdandi fyri 20. revsipakkan móti Russlandi.

Fráfarandi ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orbán, hevur fleiri ferðir sagt, at Ungarn fer at avtaka vetoið móti einum ES-láni uppá 90 milliardir evrur til Ukraina, tá oljan er komin aftur í Ungarn gjøgnum rørleiðingina.

Týsdagin boðaði forsetin í Ukraina, Valodymyr Zelenskij, frá, at oljuleiðin Druzhba er umvæld og er klár at taka í nýtslu.

Hetta skrivaði hann í einum uppslagi á sosiala miðlinum X.

Viktor Orbán - sum misti valdið á tjóðartingsvalinum fyrr í hesum mánaðinum - hevur av politiskum orsøkum ákært Ukraina fyri at forða fyri, at russiskar oljuveitingar umvegis Druzhba-leiðingina kunnu takast uppaftur.

Leiðingin gongur úr Russlandi gjøgnum Hvítarussland og Ukraina til Ungarn og Slovakia.

Ukrainska stjórnin hevur avvíst pástandin og lagt dent á, at leiðingin hevði tørv á at verða umvæld.

Tað kemur ikki óvart á, at leiðingin skjótt verður í nýtslu aftur. ES-kommiserurin fyri útbygging, Marta Kos, segði mánadagin í Evropatinginum, at hon væntaði, at tað fer at henda í hesi vikuni.

Og týsdagin segði uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Kaja Kallas, at hon væntar, at "positivar avgerðir" mikudagin fara at avtaka vetoið móti láninum.

/Ritzau/