Súkklan hjá átta ára gomlum endaði undir bilinum

- Súkklan endaði undir bilinum, og drongurin endaði tíbetur uppi á hjelminum - og ikki undir bilinum, sigur løgreglan

Beint fyri klokkan 20 í gjárkvøldið hendi eitt ferðsluóhapp í Suðurstreymoy, sum kundi endað heilt galið.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at tað var ein átta ára gamal smádrongur á súkklu, sum koyrdi út fyri ein bil.

 

- Súkklan endaði undir bilinum, og drongurin endaði tíbetur uppi á hjelminum - og ikki undir bilinum, sigur løgreglan.

 

Drongurin fekk løstir og endaði á Landssjúkrahúsinum.

 

- Vit vita ikki, hvussu álvarsligir løstirnir eru, men vit hava skilt, at drongurin fekk ikki lívshóttandi mein, sigur vaktleiðarin.