Ungur førari koyrdi út fyri bil sum hevði grønt ljós

- Viðkomandi er undir 18 ár og hevur ikki førararætt. Tískil er málið eisini latið upp í hendurnar í barnaverndini, sigur løgreglan

 

Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp við ljóskurvarnar í Norðdepli, sum er ljósskipanin beint áðrenn byrgingina um Hvannasund.

 

- Tað var ein ungur førari - undir 18 ár - ið koyrdi út fyri ein bil, sum hevði grønt ljós og sostatt hevði loyvi at koyra.

 

Vaktleiðarin segði í morgun, at tað framgongur ikki greitt í samdøgurfrágreiðingini, hvørt unglingin koyrdi á knallert ella í bili.

 

Men, talan var helst um eitt prutl.

 

- Viðkomandi hevði ikki førararætt og er undir 18 ár. Tí er málið eisini fráboðað barnaverndini.

 

Løgreglan sigur, at tíbetur hendi eingin fólkaskaði í ferðsluóhappinum, og materielli skaðin var lutfalsliga lítil.

 

Lesið eisini: 

 

Súkklan hjá átta ára gomlum endaði undir bilinum

 

https://www.in.fo/news-detail/koyrdi-ut-fyri-bil-og-endadi-a-ladssjukrahusinum