Í síðstu viku boðaði Akstovan frá, at tey høvdu sent sløk 800 mál um nummarplátumiss til løgregluna, og løgreglan hevur ikki ligið á boðunum.
Tí í fleiri nætur hevur løgreglan tikið nógvar plátur, og aftur í nátt hevur løgreglan verið úti við saksinum. Í nátt vórðu 27 sett av nummarplátum tiknar í Havn og í Klaksvík.
– Vit skulu samstundis minna á, at listin framvegis er langur við bilum, sum fara at missa pláturnar, um eigarin ikki fær síni viðurskifti í rættlag, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.
Hann sigur, at fólk hava fingið áminning, so fólk burdu vitað, um tey ikki eru møtt til sýn ella ikki hava goldið trygging ella vegskatt.











