Samuel Chukwudi leikti allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í SJK Seinäjoki í dysti í bestu finsku fótbóltsdeildini, Veikkausliiga leiktu javnt á heimavølli, 1-1 móti Jaro.
Jaro legði seg á odda longu í 10. minutti. Jeremiah Streng javnaði fyri heimaliðið, tá seks minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki.
Frá Soccerstand fær Samuel triðbesta karakterin av øllum leikarunum hjá SJK. Samuel fær karakterin 7,6 (av 10 møguligum).
SJK hevur fingið eina misjavna byrjan upp á kappingina við einum sigri, einum javnleiki og tveimum tapum. SJK er nummar sjey í deildini við fýra stigum. Týdningarmikið er at enda millum seks tey fremstu liðini aftaná lokið grundspæl, so liðið kann sleppa at spæla um meistaraheitið og evropeisku endastøðurnar.
Týsdagin klokkan 16 spælir SJK á útivølli dyst á útivølli í øðrum umfarinum í steypakappingini. Dysturin verður ímóti VPS 2.











